Mínrokning sendir hvønn mánaða umleið tann 25. gjaldsyvirlit út við postinum til teir kundar, sum ikki hava Netbanka.
Allir kundar kunnu innrita í www.minrokning.fo, og har m.a. síggja sítt gjaldsyvirlit online.
Um tað er alneyðugt hjá tær framyvir eisini at móttaka gjaldsyvirlit í postinum, so kanst tú venda tær til tín peningastovn og fáa hetta skrásett til næstu ferð.
Vert er eisini at leggja til merkis, at gjaldsyvirlitið frá Mínrokning einans vísir sjálvvirkandi krøv frá teimum virkjum, sum senda umvegis føroysku gjaldsloysnina Mínrokning. Tey krøv, sum verða send umvegis donsku gjaldsloysnina Betalingsservice, síggjast á øðrum gjaldsyvirliti. Sostatt eru tað nakrir kundar, sum framyvir fara at fáa tvey gjaldsyvirlit (eitt frá Mínrokning og eitt frá Betalingsservice).
Um tú hevur NemID ella Samleikan, innritar tú bara umvegis leinki í ovara høgra horni.
Tú fær eitt sera gott yvirlit yvir tínar rokningar:
Tú fær eitt sera gott yvirlit yvir allar tínar rokningar:
Fólk eru ymisk og tørvurin er í dag eisini ymiskur. Hetta vita vit væl og tí hava vit gjørt nógv burturúr at tillaga mínrokning til allar eindir.
Tú kanst avgreiða tínar rokningar tá tú situr frammanfyri telduni, ella á telefonini um tú til dømis er farin ein túr uttanlands.
Nú nýtist tú ikki at ivast um tú hevur minst til at gjalda, ella um kundin hevur fingið rokningina. Tú kanst fylgja við, líkamikið hvar tú ert.
Við mínrokning fært tú eina heildarloysn
mínrokning kann eisini á ein sera lættan og tryggan hátt innkrevja limagjøld, haldaragjøld og onnur føst afturvendandi gjøld.
Loysnin er vælegnað til m.a.:
Við mínrokning sleppur tú undan skeivt skrásettum rokningum