Privatlívspolitikkur fyri Mínrokning


Í hesum privatlívspolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.

Elektron
Staravegur 9
Postboks 3219
110 Tórshavn

Telefon: 345 100
Teldupost: sd@elektron.fo

Mínrokning innsavnar niðanfyri lýstu upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er at tú kanst móttaka rokningar frá tínum kreditorum so ómakasleyst sum gjørligt, og hartil hava møguleika at skráseta tær at blíva rindaðar sjálvvirkandi umvegis gjaldsavtalur.

Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Vit viðgera hesi sløg av upplýsingum um teg:

Debitor (móttakari av rokningum)

Mínar setingar:
Teldupost, fartelefonnr, samtykki.

Gjaldsavtalur:
Navn á rokningssendara, mítt kundanr hjá sendara, mítt kontonr ið skal gjalda.

Móttiknar rokningar:
Allir upplýsingar í rokningini koma frá sendaranum av rokningini.

Gjaldsyvirlit:
Yvirlit yvir tær rokningar, sum fara at verða sjálvvirkandi goldnar hendan mánaðin.

Fastgjald – limagjaldsskipan, skráseting umvegis tilmeldingarsíðu hjá felag Navn, føðingardagur, bústaður, fartlfnr, teldupostur, gjald, ptal/vtal**, kontonr, samtykki. ** P-talið/V-talið verður ikki goymt. Verður bert brúkt til at tryggja, at tað er knýtt at peningastovnskontuni.

Kreditor (virki/felag, ið sendir rokningar til sínar kundar)

Setingar:
Vtal, navn, bústaður, teldupost, kontonr, annað sum t.d. Gln-nr / kreditornr o.l.

Fastgjald
(fyri møguligt Fastgjald-ábyrgdarfólk: navn, bústað, teldupost, fartelefonnr)

Cookies

Ein cookie er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna teldu tína aftur. Ein cookie er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.

Upplýsingarnar frá Mínrokning-cookies kunnu ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá cookies verða givnar víðari ella seldar triðja parti.

Mínrokning brúkar eina sonevnda session-cookie, sum einans inniheldur eitt session id, hetta fyri at kunna gera av um tann, sum ger eina umbøn longu er innritaður/góðkendur ella ikki. Hendan cookie hevur gildi í 15 minuttir.

Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónsupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónsupplýsingar vit hava um teg og fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.

Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til dpo@elektron.fo. Vit seta okkum tá í samband við teg, um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi umframt at staðfesta tín samleika.

Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónsupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónsupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál o.s.fr

Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál

Tú kanst biðja um at fáa persónsupplýsingar rættaðar, sum tú ikki metir vera rættar.

Tú kanst biðja um at fáa persónsupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur. Upplýsingarnar verða ikki strikaðar, um tær eru fevndar av aðrari lóggávu, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónsupplýsingarnar.

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónsupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Um viðgerðin av tínum persónsupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.
Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónsupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á dpo@elektron.fo.

Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú klaga til:

Elektron
Teldupostur: dpo@elektron.fo

ella

Dátueftirlitið
Upplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo